Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 16.00 skipar listabólkurin GUT//Productions fyri bíbliulesnaði í Perluni í Tórsgøtu í Havn.
Talan verður um forvitnisligan bíbliulesnað, tí listabólkurin fer at býta kynini hjá persónunum í søgunum um. Tiltakið kallast 'Bíbliulesnaður - við einum snari'.
Hetta merkir, at kvinnurnar eiga jørðina, fara í kríggj og samskifta beinleiðis við Gud(u), og menninir føða børnini og standa í skugganum av kvinnunum.
- Bíblian er ein av grundarsteinunum undir patriarkalska samfelagnum, og eru hetjusøgurnar um mætar menn ein stórur partur av okkara dulviti, og tí eisini okkara samleika. Hvat hendir við okkara dulviti og samleika, um man býtir kynini um?
Soleiðis lýsir listabólkurin tiltakið á Facebook.
GUT//Productions eru Durita Dahl Andreassen, Búi Egason Dam og Mariann Hansen. Tey trý eru kend fyri leikin “Einaferð var tað eg…”, og videolagið við sama heiti, sum í fjør vann teimum FMA virðislønina Ársins videolag.
Tiltakið 28. og 29. juli er ókeypis og varir í ein lítlan tíma.