Bíbliu- og tónleikaferð við Norrønu

Fyri níggjundu ferð verður skipað fyri eini Bíbliu- og tónleikaferð við Norrønu. Á skránni eru bíbliutímar, fyrilestrar og sangløtur. Poul Jóhan Djurhuus skipar fyri

Ferðin verður í døgunum 18. – 21. august. Farið verður av Havnini sunnukvøldið 18. august klokkan 23:30 og komið verður aftur á Havnina mikukvøldið 21. august klokkan 17:30.

Seinastu árini hava umleið 90-100 fólk verið við á bíbliu- og tónleikaferðini.

Komið verður til Hirtshals týsmorgunin klokkan 9:30 og farið verður úr Hirtshals klokkan 11:30. Fólkið fær tveir tímar í landi, har høvið verður at vitja hugnaligu gongu- og handilsgøtuna í Hirtshals. Skipað verður fyri ókeypis bussflutningi aftur og fram millum Norrønu og gongugøtuna.

Høvi er eisini at vitja føroyska samkomuhúsið Malta, ið liggur beint við gongugøtuna. Vertshjúnini eru Anna og Hans Djurhuus, sum hava húsast og virkað á Malta í átta ár.


##med2## 

Bíbliutímar, fyrilestrar og sangløtur

Undir ferðini verða bíbliutímar, fyrilestrar og sangløtur. Millum tónleikararnar verða MC Restorff, Jóannes S. Hansen og Anna og Pætur Háberg.

Fyrilestrar verða eisini á ferðini. Mortan Johannesen fer at greiða frá, tá ið danska farma- og ferðamannskipið Hans Hedtoft gekk burtur á Kappanum í 1959. Tað eru í ár 60 ár síðani skipsvanlukkan hendi, og Mortan veit nógv at greiða frá, tá ið hann var bert fimm fjórðingar frá Hans Hedtoft umborð á Fiskanesi. Absalon Absalonsen verður við í ferðalagnum og fer eisini at siga sína søgu frá Hans Hedtoft.

Tað eru í ár 70 ár síðani fyrsta føroyska bíbliutýðingin kom út, og hetta fer

Jógvan á Lakjuni er at hava fyrilestur um fyrstu føroysku bíbliutýðingina, ið kom út fyri 70 árum síðani.

Jógvan við Keldu verður eisini við á ferðini, og hann fer at hava søgur um sálmar og sangir.

Fleiri bíbliutímar verða eisini, sum Hjørleif Vang og Páll á Lakjuni fara at hava.   

Ferðin er ætlað einum og hvørjum, ungum og eldri, sum hava hug at koma ein slíkan túr, verður sagt í tíðindaskrivi.