Bíbliu- og tónleikaferð umborð á Norrønu (FM1)

(FM1) Hoyr Poul Jóhan Djurhuus greiða frá bíbliu- og tónleikaferðini sum verður umborð á Norrønu 19. til 22. august

Fyri áttandu ferð verður skipað fyri einum serligari bíbliu- og tónleikaferð við Norrønu.

 

Farið verður av Havnini sunnukvøldið 19. august kl.23:30 og komið verður til Hirtshals týsdagin 21. august kl. 09:30 og úr Hirtshals kl. 11:30. Koma á Havnina mikukvøldið 22. august kl.17:30. Bíbliutímar, fyrilestur og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður.

 

Við í ferðalagnum verða M.C. Restorff, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir, sum fara at spæla og syngja umborð. Símun Pætur á Torkilsheyggi, Eyðun Elttør og Billy Djurhuus Hansen koma at hava bíbliutímarnar.

 

Poul Jóhan Djurhuus vitjaði seinnapartssendingina á FM1 farna fríggjadag til eitt prát um bíbliu og tónleikaferðina.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen høvdu við Poul Jóhan Djurhuus um bíbliu- og tónleikaferðina.