Føroyski trúboðarin, Símun í Túni av Toftum, hevur verið í Venezuela og handað yanomami fólkinum Bíbliuna á sínum egna máli. Símin í Túni, trúboðari av Toftum, hevur verið við í bíbliutýðingararbeiðnum, har alt Nýggja Testamenti og ein triðingur av Gamla Testamenti er umsett til yanomami málið. Hetta er eitt mál sum ein ættarbólkur, sum livir á markinum millum Venesuela og Brasil, tosar.
Tað var ein hátíðarlig løta tann 26. oktober 2008, tá ið tann nýggja umsetingin av Bíbliuni varð handað yanomami fólkinum á samkomu í Puerto Ayacucho. Umsetingin hevur vart í 11 ár, og nógvir túsund tímar hava verið nýttir til arbeiði.
Símin hevur í mong ár verið trúboðari í Venezuela, men býr nú á Toftum. Í løtuni er hann formaður hjá New Tribes Mission NTM.FO - føroysk deild hjá felagsskapinum.
Kelda: www.ntm.fo