Heimamissiónsforlagið hevur givið út bókina ?Bíbilsk teknirøð? eftir Jeff Anderson og Mike Maddox. Í bókini eru Gamla og Nýggja testamenti myndað sum teknirøð
Fyrr í mánaðinum kom út bókin ?Bíbilsk teknirøð?. Í bókini, sum er 256 síður til støddar, eru partar av Gamla og Nýggja testamenti myndaðir sum teknirøð í litum.
Vivian Ole-Jacobsen hevur týtt bókina til føroyskt.
Forlagið skrivar m.a.: Í bíbliuteknirøðini eru tær kendastu og týdningarmestu frásagnirnar úr heimsins mest lisnu bók. Tekningar og frásagnir hava eina slíka styrki, at tað er ómøguligt ikki at verða rivin við.
Uppsetingin er gjørd hjá SETT í Nesvík. Bókin er prentað í Kina og kostar 125 krónur.