Bíblian skrødd av hillunum

Ongantíð áður hava so nógvar Bíbliur verið seldar í Norra sum í fjør. 137.000 bíbliur vórðu seldar, og tað er dupult so nógv sum árið fyri.

Tann nýggja umsetingin hjá Norska Bíbliufelagnum, sum kom út 19. oktober í fjør, hevur selt mest, skrivar norska blaðið Dagen. Av henni eru seld 78.000 eintøk.

Umframt hetta hevur Norska Bíbliufelagið selt 39.000 eintøk av eldri útgávum. Tað vil aftur siga, at Norska Bíbliufelagið tilsamans hevur selt 117.000 eintøk av bíblium í fjør.

Tað eru tvær aðrar norskar bíbliuumsetingar. Bíbliufelagið hevur selt 15.000 bíbliur og Norsk Bibel hevur selt 5.600 bíbliur, veit Trúboðin at siga.

- At bíbliusølan er hækkað so nógv vísir, at tað er vaksandi áhugi fyri átrúnaðarligum spurningum. Vit síggja eitt rák, har fólk eisini ynskja at tosa um kristnu trúnna. Bíblian hevur eisini verið nógv frammi í fjølmiðlunum og i teatrinum gjøgnum framførsluna hjá Svein Tindberg við heitinum “Børn Ábrahams”, sigur Stein Mydske, sum er fráfariandi aðalskrivari í Norska Bíbliufelagnum, við blaðið Dagen.