Sølan av ?Bibelen på Hverdagsdansk? er nógvar ferðir størri enn væntað í donskum bókahandlum. Síðani hon kom út 1. november eru 7000 eintøk seld. Hetta talið hevði forlagið annars væntað, at tað fór at taka tvey ár at selja.
Forlagsleiðarin, Jacob Vium Olesen væntar at sølan av Bíbliuni fer at økjast enn meiri.
- Slagorð okkara ?Ein Bíblia, sum ein kann skilja? hava fólk veruliga skilt. Tað sær út sum um danir veruliga hava tikið nýggju týðingina at sær, sigur hann við Ritzau.
Nýggja Bíblian er týdd eftir nýggjum prinsippum, sum hevur til endamáls at týða týdningin av setningunum, og ikki bert endurgeva orðaljóðið í teimum elligomlu handritunum.










