Opinberingin er tann teksturin í Nýggja testamenti, sum einamest hevur verið kjakast um.
Fríggjakvøldið 12. september klokkan 19.30 fáa føroyingar høvi at uppliva Opinberingina sum einmansleik í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við einum slagi av dogme-sjónleiki verður hendan villa og blóðuga søgan søgd sum ein ávaring ímóti óndskapi, har vónin og gleðin standa sum mótvekt.
Talan er um ein einmansleik, sum Lone Hertz stendur fyri. Føroyingar fáa sostatt høvi at uppliva leiklist á allar hægsta stigi, nú hon vitjar. So nógv hava eisini longu keypt sær atgongumerki, at Mentanarhúsið hevur tikið stóra salin í nýtslu, so fleiri sleppa inn. Pláss verður fyri 450 fólkum.
Góð ummæli
Leikurin hevur fingið framúr góð ummæli í Danmark.
Politiken skrivaði millum annað um avrikið, at máttmikla listin hjá Lone Hertz aftur hevur fingið ein gloymdan og dustfongdan tekst at liva sum einastandandi heimsbókmentir. »Imponerende monolog, scenisk og artikulatorisk stadig varieret«, skrivaði Politiken.
Og Jyllands-posten var í somu vendingum: »Forjættelsens teater! Stemmen er sagte hviskende fuld av mildhed, ansigtet af smilende længsel og forventningsfuld sødme. En helt lille forjættelse i sig selv.«
Eisini danskir prestar hava givið leikinum sítt viðmæli. Teirra millum er Thorkild Græsholt, biskuppur, sum kallar leikin fyri ta bestu listarligu endurgevingina av Bíbliuni, sum hann hevur hoyrt gjøgnum mong ár.
? Ávegis inn í eitt nýtt ártúsund og við støðuni í heiminum í dag í huga er viðkomandi at fáast við Opinberingina, sum bæði er ein áminning og ein troyst, sigur Thorkild Græsholt.
Ringanna harri
Leikurin ýður í óhugnaligum dýrum, náttúruvanlukkum, deyða og undirgangi. Eins og filmar hjá Spielberg. »Ringanna harri« hevur somuleiðis fingið íblástur úr Opinberingini.
Í uppsetingini hjá leikstjóranum Henrik Sartou er tað ein kvinna, sum fær opinberingina hjá Jóhannes. Hon líkist einari ungari kvinnu, men kundi eins væl verið 100 ella 2000 ár. Hon hevur fingið eina opinbering, sum hon er fylt við. Hon ynskir ein nýggjan himmal og eina nýggja verð.
? Moralurin er heilt einfalt, at heimurin er ikki størri, og tú ert ikki minni í heiminum, enn at tú hevur eina ábyrgd fyri, hvussu heimurin hevur tað, sigur Henrik Sartou, leikstjóri.
Hóast leikurin er dapur, so er tað ljósið, hann vil vísa. Um tú vilt siga frá ljósinum, so skal tað helst gerast í myrkri. Tí annars er eingin mótsøgn á pallinum.
Vaksin barnastjørna
Burtursæð frá einum stórskíggja er Lone Hertz einsamøll á palli, og tað er krevjandi í einum slíkum leiki. Men hon hevur eisini roynt at sindur av hvørjum, síðan hon varð sonevnt ballettbarn í Kongliga Leikhúsinum.
Barnastjørna gjørdist hon í filminum »Hold fingrene fra mor« og »Vores fjerde far«. Seinni gjørdist hon kend í sjónvarpi, og á sínum 25 ára degi fekk hon virðisløn Claru Pontoppidans sum evnaríkasti danski sjónleikarin. Sermerktur var filmurin, hon gjørdi um sín menningartarnaða son Thomas.
Árini 1984 til 1990 var Lone Hertz rektari á Statens Teaterskole. Hon er fødd í 1939 og er útbúgvin á Privatteatrets skole. Í Sosialinum í morgin verður ein longri samrøða við Lone Hertz.