Bíblian hjá Elvis seld fyri hálva millión

Ein bretskur Elvis fjeppari seldi leygardagin fleiri lutir hann hevði samlað, sum upprunaliga vóru lutir hjá Elvis Presley. Uppboðssølan fekk heitið Omega Auctions, og varð sølan hildin í Stockport í Onglandi.

 

Á uppboðssøluni varð ein bíblia hjá Elvis seld fyri 59.000 pund, sum svarar til áleið 550.000 danskar krónur.

 

Elvis fekk bíbliuna frá sínum familjulimum, tá ið hann helt síni fyrstu jól í Graceland í 1957.

 

Bíblian inniheldur fleiri viðmerkingar, sum Elvis hevur skrivað. Elvis doyði 16. August í 1977, 42 ára gamal.

 

Umframt bíbliuna vóru eisini fleiri skitin klæði til sølu. Eitt nú vóru einar óvaskaðar buksur hjá Elvis til sølu.

 

Yvir 300 fólk vóru til staðar, tá ið uppboðssølan fór fram, og um allan heimin fylgdu fólk við online og umvegis telefon.

 

Vinnarin av bíbliuni gjørdist ein amerikanskur maður, sum býr í Bretlandi.