Bíblian er felags góðs

Hóast tey trúgvandi eru í minniluta, metir meirilutin av fólkinum í Vestureuropa at Bíblian er eitt mentunarberandi skrift, vísir ein nýggj kanning.

- 80% av íbúgvunum í vesturheiminum meta Bíbliuna sum eitt áhugavert og læruríkt skrift.

- Ein stórur partur metir haraftrat, at bókin eigur at verða lisin í skúlunum, á sama hátt sum aðrir klassiskir tekstir.

Hetta er úrslitið av fyrstu stóru kanningini av viðurskiftunum til Bíbliuna, sum Vatikanið hevur gjørt í samanlagt níggju londum í vesturheiminum.

- Í teimum londunum vit hava kannað, er Bíblian ikki ein bók fyri ein lítlan minniluta, men ein týdningarmikil felags tilvísing fyri ein stóran meiriluta í fólkinum, staðfestir Luca Diatellevi, sum er professari í sosiologi við universitetinum í Rom.


Langur vegur á mál

Kanningin er gjørd millum 13.000 fólk í níggju vesturlendskum londum, við bæði katólskum, protestantiskum og ortodoksum meiriluta.

- Hetta er tann mest systematiska og samanberandi kanningin, sum yvirhøvur er gjørd millum vaksin, um kunnleika og samband teirra til tær kristnu skriftirnar, sigur Luca Diatellevi, sum hevur staðið fyri kanningini.

Katólska Bíbliusamfelagið bað um kanningina, sum skal verða eitt upplegg til synoduna í oktober mánaði í ár.

Kanningin vísir eisini, at tann tradisjonelli munurin millum katolikkar og protestantar, tá talan er um bíbliulesnað, er at kalla burtur, hóast – sum tikið verður til: Katolikkarnir hava enn ein langan veg á mál.

- Tað er týðiligur munur millum USA og restina av vesturheiminum: Tey kristnu í Amerika brúka Bíbliuna nógv meiri systematiskt enn onnur. Men sekulariseringin merkir ikki, at tær kristnu røturnar í vesturheiminum eru við at hvørva.

- Tað eru tey góðu tíðindini í kanningini, sigur Alexander Schweizer, aðalskrivari í Bíbliufelagsskapinum.