Íbúðarviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu

Carl August Arge
Valevni á lista D til býráðsvalið

Íbúðir fyri 6 - 8.000 kr. pr. mánað- og helst meira enn so viðhvørt. Heilsuskaðiligar íbúðir. Ongin leigusáttmáli. Sethús fyri 1,2 - 1,8 millión kr.- og helst eisini meira enn so. Áralangar bíðitíðir fyri at fáa eitt grundstykki. Ógjørligt hjá eldri fólkum at fáa eina góða íbúð. Ung sum mugu búgva heima, tí ógjørligt er at finna eina íbúð til ein rímiligan kostnað. 10-12 ung lesandi, sum búgva í kømrum í onkrum kjallara; tey hoyra hvat grannin hugsar, mugu deila wc/bað við øllum hinum (kanska eisini eigarafamiljuni), við lítlum ella ongum køks- og vaskimøguleikum og sum mugu gjalda 2 - 3.000 kr. pr. mánað fyri hetta. Ófantaliga ljót raðhús og íbúðarblokkar til okursprísir. Hús sum standa hálvtóm, tí eigarin metir tað ikki loysa seg at leiga út.
Ljóðar hetta vælkent?
Tíverri er hetta ein rættiliga beinrakin lýsing av íbúðarstøðuni í okkara Høvuðsstaði.
Her má vend koma í!
Eg vil arbeiða fyri:
? Nóg mikið av byggiklárum grundstykkjum - eisini til alternativa bygging
?Tað skal vera lætt - og munandi bíligari enn nú - hjá ungum og eldri, at keypa/leiga eina rímiliga íbúð. Loysnin er at økja nógv um útboði.
?Raðhús og íbúðarblokkar skulu hava eina arkitektoniska góðkenning.
? Fleiri skúla- og lærlingaheim.
?Virðiligar íbúðir til tey við serligum tørvi.
?Tað skal loysa seg at leiga út.
?Leiguíbúðir skulu hava eina góðkenning viðvíkjandi dygd og trygd.
?Dagførda leigulóg. Skipaði viðurskifti - ongan svartan marknað.

Nógv av hesum kann kommunan gera, serliga viðvíkjandi útboðnum av byggiklárum grundstykkjum.
Men tað eru eisini týðandi viðurskifti, sum mugu loysast í landspolitikkinum, fyri at fáa eina munagóða vend í íbúðarstøðuna. Tað, sum ger tað so tvørligt og dýrt at byggja og reka leiguíbúðir á vinnuligum grundarlagi er, at hendan bygging als ikki er javnt stillað við vanliga privata bygging av egnum sethúsum. Útleigan av íbúðum verður als ikki skattað á sama hátt sum onnur vinna, fyrrenn bygningurin hevur minst 10 leiguíbúðir.
Sjálvsognarstovnurin á Berjabrekku hevur eina heilt klára verkætlan við eini 70-80 leiguíbúðum, men tey fara ikki at byggja fyrrenn MVG og skattalógin verða broytt, soleiðis at teirra bygging verður javnt stillað við vanliga sethúsabygging. Tað verður heilt einfalt ov dýrt við núgaldandi reglum.
Okkara Býráð má fáa landspolitikararnar at skilja, at her má vend koma í. Hetta mál er serliga átrokandi fyri Høvuðsstaðin (helst eisini fyri Klaksvík og Rúnavík). Vit eru 40% av landsins íbúgvum og hava fullan rætt at krevja, at avoldaðar lógir ikki gera íbúðarstøðuna ótolandi hjá okkara borgarum.
Kommunan skal ikki fíggja íbúðarbygging, annað enn í serligum førum. Bankar og aðrir fíggingarstovnar hava ovmikið av kapitali, men avoldað og tvørlig lóggáva forðar kapitalinum at virka.
Her má vend koma í!
Setið tí krossin við lisa D komandi týsdag!