Misnøgd: Sjálvt um Kári Jacobsen, kommunulækni í Havn, hevði greitt fingið lovað nýggj viðtaluhøli í sambandi við setanina hjá sær sum 9. læknin í Havn, vórðu hølini heldur givin Jensi av Rana. At Kári Jacobsen hevði verið við til at innrætta, og gera tóllista, hevði onki at siga í málinum.
Í sjálvari lýsingini eftir 9. kommunulæknanum í Havn stóð at lesa: "Nye konsultationslokaler er under opførelse i Torshavn og skulle stå klar til ibrugtagning 1. oktober 2001." Skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, siga greitt, at nýggju viðtaluhølini í Gundadali vóru av fyrstan tíð ætlað tí 9. kommunulæknanum, Kára Jacobsen. Men býráðið samtykkir tann 4. oktober 2001, at Jenis av Rana skal flyta inn í nýggju hølini í Gundadali, og soleiðis stendur Kári Jacobsen eftir við ongum. At Kári Jacobsen fekk setanarbræv longu tann 20. august, og at hann varð biðin um hjálpa til at innrætta hølini, misti virðið, og Kári fekk at vita, at nú skuldi hann flyta inn í gomlu viðtaluhølini hjá Jensi av Rana. Høvuðsorsøkin, at Jenis av Rana vildi flyta høli, var tann, at parkeringsviðurskiftini vóru ov vánalig.
? Eg eri sera ónøgdur, at tú ikki kanst stóla uppá eina lýsing, sigur Kári Jacobsen, 9. kommunulækni í Havn.
? Tað ger, at lýsingin fær onki virði. Men um eg kendi fortreytirnar áðrenn eg søkti, so hevði eg onki havt at sagt í hesum málinum nú, men eg eri sera ónøgdur við ta viðferð eg havi fingið.
Parkeringin ikki broytt
Uttanfyri viðtaluhølini í J. Paturssonargøtu eru fýra parkeringsbásar. Tveir av teimum verða nýttir av fólkunum, ið búgva í somu húsunum, har viðtaluhølini eru. Um læknin skal hava ein bás, og skrivarin ein, so er í veruleikanum ongin parkeringsbásur eftir til sjúklingarnar. Vanligar dagar er bert ein parkeringsbásur til sjúklingarnar, og umstøðurnar til fólk í rullustóli eru av teimum vánaligastu.
? Sjúklingar, sum koma til mín við rullustóli noyðast at blokkera bispainnkoyringina fyri at sleppa til viðtaluhølini, greiðir Kári Jacobsen frá.
? Ella noyðast teir at parkera bilin á parkeringbásinum uttanfyri hølini, og síðani koyra allanvegin runt niðan í gjøgnum brekkuna og so til hølini. Hetta ber als ikki til, og hetta býráðið kann ikki bjóða sjúklingunum so ringar umstøður.
Kári Jacobsen hevur sent umsókn til Teknisku deild á býráðnum, har hann biður um at fáa parkeringsviðurskiftini broytt. Svarið hann fekk var greitt: Ongar broytingar skulu gerast á økinum. Tá biðið varð um eina grundgeving, sigur tekniska deild, at besta loysnin hevði verið at víðkað økið móti bispagarðinum, soleiðis at 5-6 bilar kunnu parkera á økinum, bæði til íbúð og læknaviðtaluhølini. Men henda besta loysnin samsvarar jú als ikki við brævið frá teknisku deild frammanundan, tá sagt varð, at ongar broytingar skulu gerast á økinum. Tó eru bæði brøv undirskrivað av Boða Haraldson, býarverkfrøðingi.
? Hesin parkeringstrupulleikin átti at verið loystur áðrenn eg kom her til, sigur Kári Jacobsen. ? Tá lækni hevur verið her í fleiri ár undan mær, átti hetta ikki verið ein trupulleiki, sum eg skal loysa.
Sjálvt um kommunulæknin hevur fingið nei frá býráðnum ætlar hann sær ikki at gevast so. Hann sigur, at ætlanin er at halda fram við at biðja um betri umstøður til hann fær sín vilja.