Íbúðartrot ? óneyðugt við langari bíðitíð

Nú hoyra vit aftur í fjølmiðlunum at býráðið skal gera eina stóra útstykking í Hoyvíkshaganum, sum skal hava við sær, at íbúðartrotið í Havnini skal minka.

Sum flestu kunnugt var henda ætlan gjørd í 80'unum, og vit eru nú í 2000, og hví skulu vit hoyra um tað nú? Jú sjálvandi! Tí býráðsval er fyri framman.

 

Høgni Mikkelsen

valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð


Tað sum eg haldi vera løgið er, hví býráðið ikki kann hava eina lidna verkætlan liggjandi klára aftaná so nógv ár, og nú bíðilistin nærkast teimum 200 siga teir, at henda verkætlan skal verða liðug í apríl 2002. (Gud viti hvussu langur bíðilistin er tá)?

Tað kann vera, at veljararnir trúgva tí, men tað geri eg ikki!

Tað átti at verið gjørt í fleiri byggistigum, so at tað kundi verið skjótari, og harvið kundu familjur v. m. skjótari fingið tak yvir høvdið.

Nú havi eg gjørt nakrar smærri og størri útstykkingar í Havnini og í Hoyvík, og eitt kann eg siga tykkum veljarum, at hevði tað gingið líka seint hjá mær sum hjá býráðnum, so hevði eg langt síðani verið farin á húsagang.

Við hjálp frá góðum og dugnaligum fólki havi eg fingið nógvar og drúgvar royndir innan byggivinnuna, sum íbúgvarnir í Havn, Kaldbak og Kollafirði kundu fingið nyttu av, um eg bleiv valdur.