Býarskái eitur tiltakið sum Runarvíkar Kommuna skipar fyri hetta vikuskifti. Allir handlarnir í kommununi hava longur opið, og eisini er opið sunnudagin. Fleiri handlar skipa eisini fyri kappingum og tiltøkum gjøgnum vikuskifti, samstundis sum teir bjóða serlig tilboð til kundan. Eisini verður væl umtókta »Streetfood« til taks í Rúnavíkini, og fleiri matstøð bjóða okkurt gott til góman. Teitur Lassen kemur eisini at hava útgávu konsert í Løkshøll hetta vikuskifti, so ein kann siga at hetta vikuskifti er tað í Runavíkini at tað sker.
- Vit vilja markera at jólasølan byrjar, og vit vilja eisini bjóða fólki hendaveg til eitt langt vikuskifti, tey kunna gista her, í summarhúsum ella á hotellum, sigur Marjun Niclassen, leiðari á kunningarstovuni í Runavík. Tað verða ymisk tiltøk, fólk kunna uppliva ymiskt runt í handlunum, tað vera konsertir við m.a. Marius Ziska, Martin Joensen og so kappingar, okkurt lekkurt til góman og alt møguligt annað gott.
- Hetta er fyrstuferð vit hava akkurát hetta, sum kallaðst Býarskái í Runavík, tað eru nógv onnur handilstiltøk sum hava verið gjøgnum tíðina, men hetta er fyrstuferð akkurát býarskái er í Runavík. Fólk eru vælkomin at brúka alt vikuskifti her, tað virkar sum ein »city-break«, man kann leiga summarhús og hotellir, og brúka eitt hugnaligt vikuskifti í Runavík, sigur Marjun Niclassen.
- Tað vóru handlarnir sum komu við uppskotinum til hetta tiltakið, og saman við handlunum skapaðu vit hetta konsepti. Og aftaná hevur tiltakið bara vundið uppá seg, og nú eru handlar aðrastaðni frá eisini við, til dømis Elsa Bech og Soulmade eru komnar úr Tórshavn og til Runavíkar at luttakað í Býarskáanum, sigur Marjun Niclassen. Hetta vísir bara at tá man arbeiðir saman kann man fáa nógv burtur úr, so tað verður bara spennandi at síggja hvussu tað fer at verða komandi dagarnar.
Skráin til tiltakið er at finna her










