Skjótt fer Tórshavnar býarsavn undir regluligar framsýningar, og tí vil kommunan á tal við borgarar, sum hava áhuga í at mynda og geva sítt íkast til býarsavnið.
Tórshavnar kommuna spyr á heimasíðu síni borgarar um hugskot til, hvat innihaldið skal vera í einum framtíðar býarsavni.
Eisini biður kommunan fólk, sum umhugsa at lata ella lána Tórhavnar býarsavni lutir, myndir ella annað, sum kunnu siga eina søgu um býin, um at boða teimum frá á evniskvøldi um Tórshavnar býarsavn í kvøld. Á evniskvøldinum verður høvi at kunna seg um ætlanir fyri savnið, og at koma við hugskotum til, hvussu savnið skal myndast.
Fundurin verður hildin í Auluni í Finsen í kvøld 20. november kl. 19.