Íbúðarpolitikkur

Havnin hevur í dag í stóran mun somu eyðkennir sum aðrir stórbýir.

Hildur Eyðunsdóttir

Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum



Fyri at nøkta bústaðartørvin hjá borgarunum krevur tað at kommunan hevur ein íbúðarpolitikk.

Íbúðarviðurskiftini eru út av lagi vánalig og tað hava tey verið leingi. Í dag hevur man nærum onki alternativ at velja ímillum enn antin at leiga á tí ótrygga privatmarknaðinum, har prísirnir sjálvandi vera settir eftir útboði og eftirspurningi, ella at keypa/byggja egin hús.

Bústaðartørvurin broytist gjøgnum lívið og tað er stórur munur á bæði tørvi og fíggjarorku hjá t.d. einum ungum lesandi, tí ungu smábarnafamiljuni, tí væletableraðu familjuni, tí einligu mammuni og so hjá einum eldri fólki.

Harafturat er familjuhugtakið broytt, soðleiðis at tað í dag ikki er óvanligt at ein familja er ein mamma og børn hennara. Hon hevur ongan verðsins kjans at keypa sær eini hús í dag, bert við einari inntøku.

Eg meini tí at býráðið eigur at orða ein heildarpolitikk á íbúðarøkinum, har atlit verða tikin til at nøkta tørvin hjá ungum sum eldri.

Samfelagið er broytt, men politikkurin hevur ikki lagað seg til broyttu umstøðurnar.

Øll árini hevur býráðið í stóran mun verið mannað av valetableraðum monnum, sum kanska ikki veruliga hava sæð tørvin á fleiri økjum. Fyri at hetta skal broytast er neyðugt at umboðanin í býráðnum verður breiðari m.a. við fleiri kvinnum.