Tað standa yvir 1.370 hús tóm hús kring landið. Tað vísir eitt yvirlit, Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur útvegað sær. Løgtingið hevur tvey uppskot til viðgerar um at geva kommunum heimild til at byggja leiguíbúðir.
Í hesum sambandi hevur Kommunufelagið gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógv hús standa tóm kring landið. Og yvirlitið vísir, at kring landið standa heili 1.374 hús tóm. Tað er 14,4 prosent av øllum húsunum. Kommunufelagið upplýsir, at av teimum 29 kommunum í landinum, eru tær 26 kommunurnar við í yvirlitinum.
Tær báðar størstu kommunurmnar, Tórshavnar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna, eru ikki við, men lagt verður afturat, at í sjálvari Havnini, og í sjálvari Klaksvíkini, er talið á tómum húsum sera avmarkað. Men fyri tað er ikki sagt, at tóm hús standa í smábygdunum í kommunum.
Kommunufelagið vísir eisini á, at ein ávísur munur kann á, hvussu tær ymsu kommunur hava talt upp, og hvat tey hava tikið við. Men hóast hetta, gevur yvirlitið eina eftirfarandi mynd av hvussu støðan við tómum húsum er runt um í landinum, sigur felagið.
Yvirlitið vísir, at lutfalsligu er tað í Sandoy, at flest hús standa tóm. Tað eru tilsamans 694 hús í Sandoy og av teimum standa tey 206 húsini tóm, tað eru 29,7 prosent. Næstan líka stórur partur av húsunum stendur tómur í Suðuroy. Tilsamans eru 2.164 hús í Suðuroy og av teimum standa 422 hús tóm, tað eru 19,5 prosent.
Í Norðoyggjum, uttan fyri Klaksvíkar kommunu, eru tilsamans 307 hús og av teimum standa 44 hús tóm, ella 14,3 prosent.
Í Sundalagnum eru 1.031 hús og av teimum standa 191 hús tóm, ella 18,5 prosent, og í Vestmanna og Kvívík eru 760 hús og av teimum standa 147 hús tóm, ella 19,3 prosent. Og í Vágum eru 1.291 hús tilsamans, og av teimum standa 180 hús tóm, ella 13,9 prosent.
Hinvegin eru ongastaðni so fá tóm hús sum í Eysturoy. Í eystara parti í Eysturoy eru 1.190 hús og av teimum standa 54 hús tóm, ella 4,5 prosent og við Skálafjørðin eru 2.128 hús og av teimum standa 130 tóm, ella 6,1 prosent.