Álvur Kirke
valevni á lista Miðfloksins til býráðsvalið
Íbúðarneyðin í Tórshavnar kommunu er stór. Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki. Sama skilið hevur verið í mong ár. Altíð, tá nóg mikið er av arbeiði, er íbúðartrot í Havn.
Nógvar góðar kreftir tosa og skriva um, at her má nakað gerast, og nógv eru uppskotini.
Vit vita, at tørvurin er stórur. Og tørvur er á íbúðum bæði til ung og eldri, og til frísk og brekað. Øll vita, at á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum eru fólk, sum høvdu verið útskrivað, um tey høvda nakra staðni at farið. Menningartarnað, rørslubrekað og onnur tørva íbúðir.
Um onkur er so heppin, at fáa eina íbúð, so er prísurin sera høgur, - og tey, sum heldur vilja byggja ella keypa hús, fáa eisini at vita, at prísurin er omanfyri tað, sum vanlig fólk orka at gjalda.
Hetta ljóðar ikki so gott, - men her er kanska ein vón. Tey flestu vita, at í Havn standa nógvar tómar íbúðir og nógv tóm verilsi, sum eigararnar ikki vilja leiga út, mest orsaka av, at leiguinntøkur verða skattaðar so hart, at tað ikki loysir seg at leiga út.
Tað má bera til at skatta leiguinntøkur soleiðis, at húsaeigarar fáa hug til at leiga út. Skattamál er landsmál, men kommunan má kunna ávirka skattamyndugleikarnar, so loysn fæst á hesum máli.
Tað hevði verið ein stór hjálp, um øll tey tómu verilsini, og allar tær tómu íbúðirnar í Havn vórðu útleigað.
Størri útboðið er, lægri verður prísurin, og minni skattur á leiguinntøkunum, merkir eisini lægri leigu.
Tað er ikki rætt at noyða fólk at leiga tómar íbúðir út, men eg ivist ikki í, at um leiguinntøkur vóru skattar lagaligari, hevði hetta gjørt stóran mun. Fleiri høvdu fingið eina íbúð, og bíligari hevði verið at leiga.