Býarmyndin broytist

Glen Rose II, sum í longri tíð hevur ligið við molan á Bursatanga, er nú flutt yvir á atløgusíðuna við ferjuleguna hjá Norrönu, fyri at geva pláss fyri Sam

Havnarfólk ganga í hesum døgum og undra seg um, at Glen Rose II, sum annars er vorðin ein institutión við havnalagið í Havn – og sambært eigaranum allarhelst kemur við í næstu bókini, »Gamlar Havnarmyndir« – ikki liggur á sínum vanliga plássi við molan á Bursatanga, men er flutt til atløgubryggjuna við ferjuleguna hjá Norrönu.

Samstundis hevur strandfaraskipið Sam tikið yvir plássið hjá Glen Rose II, og tað er í sambandi við, at eitt annað skip hjá SSL, Ritan, liggur inni í Runavík, har motorurin er til høvuðseftirlit.

Ritan røkir vanliga siglingina til Nólsoyar, men nú hon er til eftirlit, røkir Sam hesa rutuna. Sam siglir annars á farleiðini til Kallsoynna, men hevur verið á sleipistøð á MEST í Havn í longri tíð. Teir hava havt skrúvutoyið úr og tað hevur verið í Danmark til umvælingar, har millum annað bløðini eru skift.

Meðan Sam hevur verið á sleipistøð, og nú, meðan Sam røkir siglingina fyri Rituna, er Ternan sett inn á farleiðini millum Kallsoy og Klaksvík.

- Motorarnir skulu til eftirlit við jøvnum millumbilum, og hetta er nakað, sum hevur ligið í kortunum leingi. Gongur alt sum ætlað, kemur Ritan í sigling aftur síðst í næstu viku, sigur Jóan Petur Abrahamsen, inspektørur á Strandferðsluni.