Býarmynd í Havnini hvørvur

Gosvatnið í miðbýnum í Havnini verður nú tikið burtur, sum ein partur í eini ætlan hjá býráðnum at gera ábøtur í gongugøtuna

Nú skulu stórar ábøtur gerast á gongugøtuna í Havn, heilt frá Vaglinum, niðan í Steinatún.
Tórshavnar Býráð hevur játtað 1, 6 millión krónur til arbeiði.
Býráðið sigur, at flísarnar í Niels Finsensgøtu eru illa farmar
Men nú ábøtur skulu gerast í gøtuni, er ætlanin at gera eina 1-sporaða koyribreyt av brúgvasteinum, sum so skal enda við eini gongubreyt trimum røðum av steinum.
Millum koyribreytina og gongubreytina verður skipaður ein geiri, har ljós, beinkir, ruskspannir og skeltir skulu verða.
Í hesum sambandi er eisini ætlanin at taka gosvatnið á vegamótinum Sverrisgøta - Niels Finsensgøta, burtur.
Harafturat er ætlanin at seta upp nýggjar lampur og beinkir av Vaglinum niðan í Steinatún.
Býráðið sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast. Býráðið hevur fingið tvey tilboð inn.
Articon hevði lægsta tilboðið og ætlanin er nú at samráðast við felagið um at gera arbeiðið.