Jógvan Arge
býráðslimur fyri tjóðveldisflokkin
Eitt tað størsta prinsipi-ella málið, sum hevur ver-ið frammi farnu býráðs-setuna, er ein nýggj heild-arætlan fyri Havnina.
Hetta málið endaði við, at meirilutin í býráðnum samtykti at vaksa um býin við einvíst at leggja Hoyvíkshagan av til grundstykkir.
Vit í minnilutanum atkvøddu ímóti hesi ætlan, tí vit hildu ikki javnvág vera í henni.
Vit mæltu beinleiðis til, at atlit eisini vórðu tikin til sjónarmiðini hjá teimum, sum virka í Hoyvíkshaganum í dag, men tað varð alt feiðað av borðinum.
Listi E hevur verið á rundferð í kommununi og lurtað eftir, hvat fólkið í teimum verandi og komandi bygdunum hevur at siga.
Har kom klárt og týðuliga fram, at fólk eru bangin um, hvat eitt fyrilitarleyst stýri á Vaglinum í Havn kann finna upp á gera við teirra bygdir og umhvørvi.
Høvdu vit í minnilutanum ikki verið so trek, hevði býráðið longu havt gjørt eina samtykt um at leggja so at siga allan Kollafjørð undir asfalt og betong eftir nøkrum árum.
Høvdu vit í minnilutan-um ikki treiskast í málinum um at gera ruskpláss í nátúrperluni á Glyvursnesi, so hevði tann ætlanin verið samtykt nú fyri valið.
Vit í tjóðveldisflokkinum vilja taka atlit til teir nýggju partarnar av kommununi.
Vit halda ikki, at nakrir fáir politikarar í Havn uttan fyrilit kunna fara við teimum, sum teimum lystir. Stigini mugu takast í góðum samljóði við tey, sum byggja hesar bygdir.
Í sama andrátti siga vit, at heildarætlanin fyri Havnina skal takast uppaftur. Hon vendir skeivt. Hon beinir fyri vinnumøguleikum, og næstan øll ferðslan inn í býin fer at koma úr einum horni.
Vit meina, at í nýggju heildarætlanini skal havast í huga, at Havnin eisini verður útbygd vestureftir, har stórt lendi er tøkt.
Tann nýggja heildarætlanin skal tryggja meiri javnvág í býarmenningina, so Vesturbýurin og Argir fáa javnbjóðis umstøður við Eysturbýin og Hoyvíkshagan.
Hetta tryggjar samstundis, at tann nógva ferðslan inn í býin verður býtt í ymsar ættir.
Og fram um alt hava vit sett okkum fyri, at borg-ararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um fram-tíðarætlanirnar.
Ert tú samdur við okkum, velur tú Lista E á valdegnum 9. november.










