Íbúðarmál - Afturlit og framsókni

Um íbúðarbygging í Fuglafirði skal sláa ígjøgnum og koma at fáa tann týdning, sum vit øll ynskja, at færri flyta frá og fleiri fara at flyta til bygdina, mugu vit vera til reiðar at gjalda tann prís sum krevst.

 

Yvaleyst er møguleikin fyri at røkka einum góðum úrsliti luftfalsligur við prísin, vit eru fús at lata.

 

Royndirnar hjá okkum, ið hava sitið í býráðnum, hava sannført okkum um, at tað hjálpir onki at lata tað næstbesta.

 

Heilar fimm ferðir, við fimm ymiskum verkætlanum, gjørdar av fimm ymiskum fyritøkum, eru royndir gjørdar á Kambsdali frá 2001 til 2008. Ongin av hesum ætlanum bleiv til veruleika, grundað á ov lítlan áhuga hjá fólki.

 

Men tíðir skifta og hvør veit um ikki nú 8 ár seinni, at støðan er ein onnur.

 

Góðir møguleikar eru framvegis at gera íbúðir á Kambsdali, um onkur skuldi haft hug til tað. Kommunan eigur framvegis byggilendi, sum liggur klárt og bíðar eftir at vera brúkt.

 

 

Tann 12. februar í 2006 fekk kommunan umsókn um byggiloyvi til bygging oman á kappróðrarneystið. Bygningurin skuldi vera í 3 hæddum. Veghæddin var ætlað til handilshølir, hinar til íbúðir.

 

Tíverri loyvdi byggisamtyktin ikki at íbúðir kundu byggjast á “miðstaðarøkinum” og tískil kundi loyvi ikki vera givið.

 

Longu á býráðsfundinum tann 23. februar 2006 tók býráðið undir við tilmælinum frá teknisku nevnd um broytingar í byggisamtyktini viðvíkjandi “miðstaðarøkinum”, soleiðis at íbúðir eisini kundu byggjast har.

 

Málið gekk so sína gongd við góðkenningum, ið krevjast í samband við broytingar í byggisamtyktini Hetta endaði við at á øki G, ímillum Kato og City, nú kundu byggjast íbúðir í minst tveimum hæddum og í mesta lagi í trimum hæddum omanfyri veghædd, á øllum strekkinum.

 

Nú byggisamtyktin varð broytt og tillagað soleiðis, at íbúðir kundu byggjast á økinum og komið var út í 2007 og búskaparkreppan hótti, minkaði áhugin hjá teimum privatu aktørunum og ætlanirnar at byggja duttu niðurfyri.

 

 

Í 2011 kom kommunan til ta niðurstøðu, at tørvurin á einum meira fjølbroyttum bústaðarmøguleika var átrokandi.

 

Samstundis sum ásannað varð, at tað frá privatari síðu neyvan hendi nakað í bræði.

 

Kommunan tók nú sjálv stig til at fáa í lag eina íbúðarbygging á øllum strekkinum ímillum Kato og City.

 

Í mars 2012 kom so ein íbúðarverkætlan, sum kommunan hevði umbiðið. Verkætlanin bar heitið “Áargarður” eftir staðarnavninum “Um Á”.

 

Hetta var ein sera dámlig verkætlan við 2 bygningum í 2 hæddum omanfyri veghædd, sum hóskaði sera væl til lokala umhvørvið.

 

Einar 15 til 20 íbúðir, alt eftir hvussu nógv var lagt av til handilshølir í veghædd.

 

Út á heystið 2012 restaði lítið í at komið var á mál. Eitt byggifelag, ið hevði drúgvar royndir við íbúðarbygging, hevði játtað at fremja ætlanina.

 

Eisini var skjøtil settur á dialog við Húsalánsgrunnin, seinni Bústaðir, sum vóru sera áhugaðir í júst hesi staðseting.

 

Aftaná kommunuvalið á heystið 2012, varð staðfestur ein nýggjur meiriluti, ið tók við 1. januar 2013.

 

Frá nýggja meirilutanum hoyrdist onki aftur um “Áargarð” verkætlanina, ei heldur um nakrar aðrar ætlanir um íbúðarbygging.

 

Út á árið 2013 kom fram, at meirilutin hevði bjóðað Føroya Keypsamtøku umtalaða økið at byggja á, uttan at FK hevði biðið um tað.

 

Á býráðsfundinum tann 27. februar 2014 var síðsta royndin gjørd at fáa “Áargarð” ígjøgnum býráðið, men vann tað ikki frama og fall sostatt burtur.

 

Á sama fundi bleiv so endaliga byggiloyvi játtað til FK, á nett sama staðið, sum var ætlað Áargarði.

 

Vit á lista B høvdu í prinsippinum onki ímoti, at ein matvøruhandil verður fluttur frá einum stað á annað í bygdini. Men í hesum førinum raðfestu vit heldur eina íbúðarbygging, sum kundi rúma 15-25 íbúðir, alt eftir um bygdar vóru 2 ella 3 hæddir yvir veghædd.

 

Um alt hevði gingið eftir ætlan, høvdu hesar íbúðir helst staðið liðugtbygdar fyri hálvum øðrum ári síðani, og eftir áhuganum hjá fólki at døma, høvdu tær flestu íbúðirnar allarhelst verið tiknar í brúk.

 

Stórhugsað ætlan

 

Men tørvurin á alternativari íbúðarbygging gjørdist ikki minni, men bara meira átrokandi. Í byrjanini av 2015 varð hugsað um hvørjir aðrir møguleikar so vóru, við atliti til fortreytirnar hjá Bústaðir.

 

Við hesum í huga, birtist tankin um at byggja íbúðir á Vestara landinum.

 

Undirritaði er ikki í yva um, at hetta økið kann gerast til ein tann mest fyrimyndarligi, vakrasti og mest dragandi íbúðarbýlingur, ið hugsast kann og samstundis geva Fuglafirði eitt tiltrongt nýmótans andlitslyft.

 

Málið um íbúðarbygging á Vestara landinum kom fyrstu ferð fyri á býráðsfundi tann 26. februar 2015 og bleiv samtykt við 5 atkvøðum fyri og 4 atkvøðum ímóti.

 

Á hesum býráðsfundi varð eisini atkvøtt um eitt uppskot um at taka skipa- og útróðrarhavnina til íbúðarbygging, men ongin atkvøddi fyri. 7 atkvøður ímóti og 2 blankar, so málið fall burtur.

 

Longu á býráðsfundinum tann 30. apríl 2015 varð uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Vestara landið, soleiðis at økið frá verandi sethúsaøki og út til Árnanes verður broytt frá at vera havnaøki til at vera bústaðarøki. 5 atkvøður fyri og 4 atkvøður ímóti.

 

Eftir at uppskotið um broyting í byggisamtyktini hevði ligið frammi alment í ásetta tíð, var onki mótmæli komið frá borgarunum.

 

Sambært mannagongdini, var málið síðani sent til Býarskipanarnevnd Landsins, sum gevur tilmæli til landsstýrismannin. Tann 13. november 2015, eitt hálvt ár frá tí málið byrjaði, kom góðkenningin. Sostatt er økið frá Sandinum og út til Árnanes ikki longur havnaøki, men bústaðarøki.

 

Á býráðsfundinum tann 10. desember 2015 verður uppskot lagt fram av Dánjal Vang og Birgir Petersen, vegna meirilutan í teknisku nevnd, um at sum fyrsta byggistig at gera eitt byggibúgvið øki undir vegnum frá vendiplássinum undir húsinum hjá Kirstin Vørðhamar og út til fyrstu neystini undir húsinum hjá Fróða Saabyson. Skotið var eisini upp at brúka av grótinum, sum kommunan hevur keypt frá tunnilsverkætlanini hjá Havsbrún at planera við.

 

Men áðrenn fundurin byrjaði, boðaði borgarstjórin frá, at hann skeyt upp at taka málið av skrá, tí tað ikki var búgvið, og leggja tað fyri ein borgarafund seinni.

 

Nógv fólk var møtt upp til býráðsfundin. Á fundinum handaði Eivin Breiðaskarð borgarstjóranum 188 Facebook mótmælir.

 

Vit 5 umhugsaðu støðuna við at biða um timeout eina løtu. Tá vit komu inn aftur, tóku vit undir við at útseta málið í mesta lagi til 15. februar 2016.

 

Arbeiði at gera tunnilin gekk sera væl og fingu vit at vita, at tað var ikki meir grót eftir at taka út, enn tað vit høvdu brúk fyri at planera við til fyrsta byggistig á Vestara landinum.

 

Týsdag tann 12. januar 2016 var fundur hildin í býráðssalinum fyri býráðslimir. Pætur og Jákup Frants luttóku eisini.

 

Meirilutin (vit 5) førdu fram, at nú kundu vit ikki bíða meira, um grót úr Havsbrún tunnlinum skuldi brúkast.

 

Vit gjørdu greitt, at vit ætlaðu at byrja arbeiðið í komandi viku og bóðu borgarstjóran kalla inn til borgarafund beinanvegin, nú leygardagin 16. januar.

 

Semja var um, at borgarstjórin beinanvegin setti seg í samband við Andras Róin, stjóra á Bústaðir, at fáa fund í lag við býráðið.

 

Hósmorgunin 14. januar kemur t-postur frá Umhvørvisstovuni til býráðslimirnar, har stovnurin biður um upplýsingar um ætlanina. Hetta skuldi gerast skjótt, um ætlanin var at gera nakað við íbúðarbyggingina í 2016. Umhvørvisstovan hevði fingið fyrispurning frá borgarstjóranum dagin fyri.

 

Uppá fyrispurning frá okkum um hvussu langa tíð hetta fór at taka, var svarið umleið hálvt ár.

 

Hendan snaringin í málinum hóvaði okkum 5 ikki væl, men settu vit okkum fyri, at gera alt fyri at eftirlíka stovninum.

 

Tekniska deild kommunurnar fekk litið upp í hendur, at fylgja hesum máli upp.

 

Eftir at øll fjørðan og allur botnurin út á 50 metrar úr landi var kannaður av professionellum fólki frá Biofar mog úrslitið latið inn til Umhvørvisstovuna, hevur kommunan fingið fulla góðkenning frá Umhvørvisstovuni.

 

Soleiðis at alt strekkið frá verandi sethúsabygging undir Leitisvegi og út til Árnanes kann brúkast til íbúðarøki.

 

Við hesum eru øll myndugleikakrøv komin uppá pláss.

 

Vit á lista B raðfesta íbúðarmál sum eitt av høvuðsmálunum at arbeiða við í komandi býráðssetu. Íbúðarbygging á Vestara landinum kemur nátturliga, sum ein av fleiri møguleikum, at vera umrøddur og viðgjørdur.

 

Vinarliga

 

Sigurð S. Simonsen býráðslimur