Bjørghild Djurhuus
----
Ein týdningarmikil partur av okkara samleika, bæði tá hugsað verður um sjálvsfatan og samveru/ samskifti við umheimin sum heild, er tengdur at okkara bústaðarviðurskiftum. Í okkara egna heimið kenna vit okkum trygg og kunnu gera tað okkum lystir, saman við familju og vinum. Tá vit sum ung vilja flyta heimanífrá, er tað ein natúrligur partur av lívinum og av okkara sjálvsmenning. Hesin møguleikin vit hava, umfatar ikki øll, tí ung fólk í bera brek, bæði tyngri og lættari brek, hava í dag ikki hendan møguleika. Eg meini, at tørvur er á, at bjóða hesum ungu somu fortreytir og javnrættindi innan bústaðarviðurskifti sum øll onnur.
Eg eri vitandi um, at avvarðandi mynduleikar eru varugir við trupulleikan, men sakni ein framtíðar bústaðarpolitik, til júst henda málbólk.
Fleiri av teim ungu við breki, búgva í dag heima hjá foreldrunum, og eri eg vitandi um fleiri foreldur, sum eru stúrin um, hvussu verður tá tey fella frá. Hvør skal so taka sær av teirra børnum? Hetta er sera viðkomandi spurningur, og skilji eg væl teirra tvístøðu.
Las um, at Javni var í Íslandi og vitjaði ein kommunalan íbúðarbygning í Egilstøðum. Í bygninginum búgva vanligir íslendingar, eisini fólk við menningartarni. 4 íbúðir eru á hvørjari hædd og á einari hædd, búðu fólk við menningartarni í hvør sínari íbúð á 60 fermetrar. Hendan loysnin íslendingar hava valt, kundi eisini verði roynd í Føroyum. Júst slíkar loysnir, haldi eg, eru við til at skapa eitt gott samfelag í rúmar øllum borgarum.
Ein býur sum sær allar borgarar uttan mun til førleikar, er ein góður býur.
Eg ynski at fáa møguleikan til, at raðfesta henda stóra tørv í Tórshavn og gera mun. Tað kann eg, um eg verði vald inn i býráði.