Býarlív á stevnuni

Um fólk hava hug at fara í dans á norðoyastevnu, verður tað ongin trupulleiki. Ov mikið av tilboðum verða til øll í øllum aldri.
Sum nakað nýtt verður ungdómsdiskotek í einum tjaldi við parkeringøkið við KÍ høllina, har DJ Martin fer at venda plátum. Hetta diskotekið verður opið hvørt kvøld frá hóskvøldinum til og við sunnukvøldinum.
Í Klaksvíkar klubba, Barok og KÍ høllini verða dansur og diskotek øll trý kvøldini á stevnuni, so har er eisini nógv at fara til hjá teimum, ið eru yvir 18 ár. Í KÍ høllini vitjar gamal kenningur aftur við sínum egna orkestri. Hallur Joensen, sum sang nógv ta tíð hann búði í Klaksvík, spælir til dans í KÍ høllini saman við sínum orkestri, ið kallast Vest og Blus. Eisini upptraðka Cowboy square dansarar.
Og eftir midnáttarsamkomuna norðoyastevnuaftan verður eisini føroyskur dansur í Skálanum, sum Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri.