Íbúðarbygging: Tað er ov lítið at gera tað bíligari í eitt ár

Politikarar eiga at seta reglur fyri, um Bústaðir eisini skulu byggja marglætisíbúðir

Politikarar eiga at seta greiðar reglur fyri, hvat slag av bústøðum, Bústaðir, skulu byggja.

Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at gera tað mvg frítt í eitt ár afturat at byggja leigu-bústaðir.

Men tey halda, at skal tað eydnast at fáa nakað nevnivert av íløgum í leigu-bústaðir, er tað alt ov lítið at gera tað mvg frítt í eitt ár afturat.

 Grundgevingin fyri at tað verður mvg frítt í eitt ár afturat, er, at landsstýrið lovar at koma við einum bústaðarpakka næsta ár. Og tað eru tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag spent upp á.

Men í hesum sambandi halda tey eisini, at greiðar reglur eiga at verða gjørdar fyri Bústaðir, sum er almenna felagið, sum byggir íbúðir.

Sostatt eiga greiðar reglur at verða settar fyri, hvat slag av íbúðum, Bústaðir skulu byggja.

Í hesum sambandi er spurningurim, um endamálið við Bústøðum skal verða at breiða seg yvir allan leigumarknaðin, líka frá bílig­um lestrarbístøðum til stórar og dýrar marglætisbústaðir.

– Ella skal endamálið hjá Bústøðum av­mar­­kast til at byggja eitt ávíst slag av íbúðum.

– Tað eigur politiski myndug­leikin at taka støðu til, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.