Minnilutin í Tórshavnar Býráð hevur nú sett fram eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu tann ovurstóri tørvurin á ellis- og røktarheimum í Suðurstreymoy fyri ein stóran part kann nøktast.
Minnilutin staðfestir at eldraøkið er 100% ein landsuppgáva.
Men Sjúrður Olsen, Annfinn Brekkstein, Vagn Johannsen og Jan Christiansen í minnulutanum í Tórshavnar Býráði, halda kortini ikki at kommunan kann sita hendur í favn, ímeðan eldri fólk í kommununi líða neyð.
Tí mæla teir nú Tórshavnar Býráði til at keypa fýra av íbúðarblokkunum Undir Gráasteini og gera teir til ellis- og røktarheim.
Í tíðindaskrivi í gjárkvøldið siga teir, at hesir fýra blokkarnir kunna gerast um til ellis og røktarheim til eini 80 fólk.
- Hetta merkir eisini at tað verður nógv lættari hjá heimahjálpini at loysa uppgávurnar av tí at so nógvir brúkarar eru savnaðir á sama staði, siga teir.
Teir halda, at tað ber til at gera blokkarnir klárar til endamálið upp á minni enn eitt ár.
Minnilutin hevur eisini spurt seg fyri hjá løgfrøðinginum hjá Føroya Banka, og hann vísti ikki aftur, at tað kundi borið til hjá kommununi at keypt teir fýra bygningarnar til ellis- og røktarheim.
Langt á mál
Teir fýra býráðslimirnir vísa á, at tað er í Tórshavnar kommunu, at tørvurin á ellis- og røktarheimsplássum er størstur.
Tí halda teir eisini, at landið í nógv størri mun, eigur at verða við til at loysa trupulleikan.
Teir vísa á, at í Tórshavnar Kommunu er ein ætlan um at byggja ellis- og røktarheim yviri við Strond.
Hetta er ein ætlan, sum er mett til at kosta 48 milliónir men har verða bara 24 pláss og tað fara at ganga fleiri ár til tann byggingin er liðug.
Tað er einasta ítøkiliga ætlan, sum er í løtuni á hesum øki, men Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at seinni er ætlanin at byggja 24 pláss afturat Yviri við Strond, so at har verða 48 pláss tilsamans.
Samstundis staðfesta Sjúrður Olsen, Annfinn Brekkstein, Vagn Johannsen og Jan Christiansen at tað 130 fólk í kommununi hava bráðneyðugan tørv á at sleppa á ellis- og røktarheim, men av teimum eru tað yvir 70 fólk, sum tað er serliga bráðneyðugt at útvega stovnspláss til.
So tað er langt á mál at nøkta tann tørv, sum er.
Tí heldur minnilutin í Tórshavnar Býráði, at tað rættasta er at útseta ætlanina yviri við Strond og at Tórshavnar Býráð heldur tekur samráðingar upp við landstýrið um at loysa hesa uppgávuna í felag.
- Vit vita at talan ikki er um ta fullkomnu loysnina, men ásannandi stóra tørvin á plássum til eldri, halda vit hetta uppskotið vera eina nýtiliga loysn, siga teir fýra býráðslimirnir.
Lesi eisini greinina: Tekin um panikkk í býráðslimum í Havn










