Býarbókasavnið hátíðarheldur 50 ára føðingardag

Fríggjadagin 5. apríl verður 50 ára føðingardagur á Býarbókasavninum.

Dagurin verður hátíðarhildin á Býarbókasavninum, har vitjandi m.a. fáa eina ókeypis alfabet-plakat. Harumframt verður Speaker’s Corner, har nakrir brúkarar fara at bera Býarbókasavninum stuttar heilsanir, og gestir fáa høvi til tað sama.

Ein framsýning verður á 1. hædd við brotum úr søguni hjá Býarbókasavninum, og bókaframløga verður, umframt at nýggjur grafiskur samleiki verður avdúkaður.

##med2##

Dagurin byrjar á barnabókasavninum klokkan 10. Høvi verður at ogna sær eina ókeypis alfabet-plakat eftir Astrid Andreasen. Plakatin varð upprunaliga gjørd til 25 ára haldið hjá Býarbókasavninum, men er nú uppafturprentað við nýggjari litseting. Hon er ókeypis hendan dagin.

Eisini verður høvi at síggja nýliga prýdda matpakkarúmið á barnabókasavninum, har myndir úr bókunum hjá Bárði Oskarsson verða avdúkaðar.

Klokkan 15 verður hátíðarhald fyri tey vaksnu. Har verður framløga av minnisriti um Býarbókasavnið, sum fyrrverandi býarbókavørðurin, Anna M. Brimnes, hevur skrivað. Sama dag fær bókasavnið nýggjan grafiskan samleika, sum Sendistovan fer at avdúka.

Høvi verður at síggja eina framsýning við brotum um søguna hjá Býarbókasavninum.