Býarbókasavnið ber bøkur út

Býarbókasavnið í Havn bjóðar sær nú at bera bøkur út til lánarar, sum ikki sjálvir fáa komið á bókasavnið


Nýggja tænastan, Bókaberin, er eitt ókeypis tilboð til lánarar, sum vegna rørslubrek ella annað brek ikki hava møguleika at koma á bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi, sum kunnu fara fyri tey.


Í fyrstu atløgu verður talan um eitt royndartiltak at vita, hvør tørvurin er.


Fyri at brúka Bókaberan skal lánarin búgva í Havn, á Velbastað ella í Kirkjubø. Umsóknarblað fæst frá Býarbókasavninum ella kann prentast út frá www.bbs.fo.


Tá tú verður meldað/ur til skipanina, kanst tú siga frá, hvat slag av tilfari, tú vilt hava. Bókavørðirnir pakka síðani ein posa við hóskandi bókum, ljóðbókum og bløðum.


Bókapakkarnir verða skiftir um hvønn mánað.