Á samkomu umborð á sluppini Westward Ho seinnapartin mikudagin legði Tórshavnar kommuna fram eitt atlas yvir býin
Tórshavnar Býaratlas er tað fyrsta av sínum slag á føroyskum. Aðrastaðni eru slík atlas ikki heilt óvanlig.
Býaratlasið lýsir umhvørvi og bygningar í Havn. Fest á blað eru umleið 20 ymisk býarumhvørvi og góð 1.800 hús. Skrásettir eru millum annað allir bygningar, sum hildnir verða at vera bygdir eftir 1958, skrivar torshavn.fo.
Ein fylgibókur varð settur at velja út varðveitingarverd umhvørvi í býnum og gera viðmerkingar til hetta arbeiðið.
Vegna fylgibólkin handaði Jógvan Arge, varaborgarstjóri, Heðini Mortensen, borgarstjóra, fyrsta eintakið av Tórshavnar býaratlasi.
Tórshavnar býaratlas verður at fáa í bókhandlunum og fer at kosta umleið 190 krónur.










