Bíðar við at skriva sáttmála

Sáttmálaskeiðið hjá Atla Danielsen í Frem verður liðugt í summar, men føroyski landsliðsspælarin kennir ikki skund á sær at skriva undir nýggjan sáttmála

Fótbóltur

 

Sáttmálaskeiðið hjá Atla Danielsen í Frem verður liðugt 30. juni í 2009. Eingin ivi man vera um, at teir í felagnum fegnir vilja tryggja sær undirskriftina hjá føroyska spælaranum, men tað verður í hvussu so er ikki nú beinanvegin, at Atli fer at skriva undir nýggjan sáttmála við Frem:

- Eg rokni við, at eg fari at bíða eitt sindur við tí. Tað eru tað fleiri orsøkir til. Ein er, at eg í summar verði liðugur við útbúgvingina. Eg havi ikki tikið endaliga støðu til, um eg fari at halda fram við útbúgvingini her í Keypmannahavn, ella um eg skal halda fram við útbúgvingini onkra aðra staðni, ella um eg skal brúka meiri tíð upp á fótbóltin.

Hvat droymir tú um?

- Sjálvsagt hevði tað verið spennandi og stór avbjóðing, um tað hevði eydnast at skrivað sáttmála við okkurt felag í superliguni og harvið at fingið møguleika at vant fleiri ferðir um dagin. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað eru nógvir um boðið og kappingin er stór, staðfestir lítið lætni klaksvíkingurin.

Besta fótbóltsdeildin í Danmark er geografiskt skeiklað soleiðis at skilja, at tað lutfalsliga eru fá feløg í høvuðsstaðarøkinum og fleiri í provinsini. Í Keypmannahavn og økinum rundanum eru tað stórfeløgini Brøndby og FCK og so FCN, sum heldur til í Farum. OB er á Fyn, og øll hini átta feløgini eru í Jyllandi.

- Kappingin er serliga stór her í Keypmannahavn. Men um tilboð hevði komið frá einum av feløgunum í provinsini, so hevði eg sjálvandi umhugsað tað, sigur Atli Danielsen, sum í eitt stutt skifti fyri nøkrum árum síðani royndi seg í Sogndal í Noregi. Annars hevur hann bara umboðað KÍ og síðani 1. apríl 2007 Frem, sum leygardagin boðaði frá, at Atli í 2008 hevur verið besti spælarin í felagnum.

Feløgini í Jyllandi í superliguni eru FCM, AGF, AaB, Randers FC, SønderjyskE, Esbjerg, Vejle og Horsens.