Bíðar við at siga nakað sum helst

Umboðið fyri Tórshavnar býráð í Fjarhitafelagnum, vikl ikki siga nakað um ónøgdina enn

Eg havi avgjørt gjørt mær mínar hugsanir um viðurskiftini, men eg farið at bíða við at siga nakað. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, sum er eitt av teimum trimum umboðunum hjá Tórshavnar Býráð í nevndini fyri Fjarhitafelagið.

Seinastu dagarnar hava fólk, sum eru bundin í fjarhitan, gjørt vart við sína ónøgd við felagið, tí tey halda, at fjarhitafelagið smyr ov tjúkt upp á og at tey sostatt rinda meiri fyri hitan, enn tey eiga.

Prísurin frá Fjarhitanum skal fylgja gongdini í oljuprísinum, men tað ger hann ikki, siga summi.

LES EISINI: Eru rættiliga misnøgd um stóra príshækking

 Tað er Jens Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, ikki samdur í.

https://www.in.fo/news-detail/news/prisirnir-eru-kanska-haekkadir-ov-litid/LES EISINI: Prísirnir eru kanska hækkaðir ov lítið 

Tróndur Sigurðsson sigur, at hann er varugur við støðuna, og hann hevur eisini gjørt sær sínar tankar. Men hann sigur, at nevndin í Fjarhitafelagnum hevur ikki skipað seg enn, og fyrr tað er hent, ætlar hann ikki at siga sína meining.

Tað er ikki heilt greitt, nær Fjarhitafelagið fer at hava aðalfund so at nevndin fær skipa seg. Tórshavnar Býráð eigur tríggjar limir í nevndini og SEV eigur tríggjar limir, men hvørjir nevndarlimirnir hjá SEV vera, er ikki ordiliga greitt enn, tí í SEV eru tey ikki liðug at skipað seg eftir at nýggja bý- og bygdaráð tóku við á nýggjárinum.