Býarætlan
Seinastu tvey árini hevur Nes kommuna arbeitt við at fáa eina góðkenda býarætlan fyri alla kommununa. Tað er Fuglø-arkitektar í Klaksvík, sum hava hjálpt teknisku nevnd við hesum arbeiði.
Súni í Hjøllum sigur, at talan er um eitt stórt og drúgt arbeiði.
- Um ársskiftið varð arbeiðið liðugt. Úrslitið lá alment frammi til viðmerkingar, áðrenn bygdaráðið so aftur skuldi viðgera málið. Vit fingu fleiri viðmerkingar, sum vit hava viðgjørt. Beint eftir summarfrítíðina skulu vit taka endaliga støðu.
Formaðurin í teknisku nevnd væntar, at málið verður sent landsstýrinum til góðkenningar eina ferð í september.
- Tað verður eitt stórt framstig fyri borgararnar og kommununa annars at fáa eina býarætlan og eina byggireglugerð. Nú fara fólk at vita, hvat tey kunnu vænta, og hvat tey kunnu halda seg til, tá um bygging ræður, sigur Súni í Hjøllum.