Íbúðar møguleikar til eldri

Bjørghild Djurhuus
-----

Í Tórshavnar Kommunu er tvey heim bygd til eldri fólk sum eru óhjálpin, og tað eri eg glað og fegin um. Seinastu nógvu árini, hevur tørvurin á slíkum heimum verði so stórur, og er bíðilistin langur.
Nú Boganesheimið er um at verða liðugt, verða 64 búpláss tøk, til teirra sum hava tørv á røkt.
Flest okkara ynskja at verða sum longst í okkara egna heimið og er tað eisini púra natúrligt.
Fleiri eldri fólk ynskja somuleiðis ein búðfelagsskap, soleiðis at tey kunnu njóta síni eldraár saman við øðrum eldri. Tað eru nógv sum sita einsamøll í teirra heima, og ynskja sær meiri samveru við onnur. Tað er til dømis, nógv hugaligari at sita og eta eina máltið saman við øðrum, og kann hetta eisini verða lívsgevandi og fyribyrgjandi. Tað er staðfest at sosial samvera fyribyrgir senilitet.
Veit frá londum rundan um okkum, hvussu tey hugsað og brúka alternativar møguleikar. Eitt dømi er í hjartanum í Keypmannahavn, ein studentabústaður, har ung og eldri eru í sama húsið. Tey hava felags vaskirúm, onnur felagsøkir og ein stóran góðan hava. Tey ungu búgva í teim niðastu hæddunum og tey eldru í egnari íbúð í tveimum teim ovastu hæddunum. Mær vitandi trívast øll líka væl, síðu um síðu, og duga væl at taka atlit til hvønn annan.
Eg veit eisini um eitt búðpláss í Jútlandi, har tey hava bygt nøkur lítil raðhús, forma sum ein hestaskógvur. Í miðjuni er eitt felagshús, har tey til dømis kunnu eta saman, og halda føðingardagar og annað. Er onkur teirra burturstaddur, ja, so ansa hini eftir húsinum.
Allir hesir byggihættir, saman við Sambýlum, kunnu nøkta tørvin hjá teimum, sum ikki kunnu vera búgvandi í egnum heimið, og ynskja sosiala samveru. Fíggjarliga eru hesir møguleikar eisini nógv bíligari enn eitt røktarheimspláss.
Eg dugi at síggja fleiri møguleikar, og ynski eg eisini at arbeiða fyri, at eldri menniskju verða vird á teirra ellisárum.