Tíðliga leygarmorgunin varð ein grind funnin norður úr Ennibergi.
Grindin var ring at fáast við, men bátar royndu í tólv tímar at fáa rakstur úr hana, men tað eydnaðist ikki. Umleið klokkan 19 mistu teir hana nakað vestur úr Mýlingi, og grindin varð ikki sædd aftur.
Ein tíma seinni varð ein grind sædd í Kalsoyrarfirði. Bátar fóru avstað, men grindin kavaði og slapp.