Fyri løtu síðani var danski forsætisráðharrin útí í ganginum og kunnaði fjølmiðlarnar um støðuna, nú fullveldissamráðingarnar eru slitnaðar.
? Landsstýrið hevur boðað frá, at tað ikki ynskir at samráðast víðari eftir tí leisti, vit higartil hava samráðst eftir. Tí bíða vit frá danskari síðu eftir einum nýggjum útspæli frá føroyingum, segði Poul Nyrup Rasmussen.
Samráðingarnar eru strandaðar uppá spurningin um fólkarætt mótvegis tjóðarrætti, og spurdur beinleiðis um hann góðtekur Føroyar sum eina tjóð, svarar Poul Nyrup Rasmussen, at hann ikki vil fara inn í eitt kjak um jura.
? Eg havi allatíðina sagt, at føroyingar sjálvir gera av, um teir ynskja at verða verandi í ríkisfelagsskapinum ella ikki, segði danski forsætisráðharrin.
Partarnir hittast aftur um eina løtu, men tað er ógreitt, um samráðingarnar halda fram.