Bíðar eftir suðuroyingum

Tað verður ongin nýggjur eftirskúli bygdur í Suðuroy. Skal eftirskúli skipast í oynni, skal hann verða í onkrum av skúlunum, sum longu eru í oynni.

Tað heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.

Kári á Rógvi, tingmaður, hevur spurt hana, hvussu gongst við ætlanini at skipa eftirskúla í Suðuroy.

Men tað skilst á landsstýriskvinnuni, at ein stór orsøk til, at málið ikki er komið longri, er, at hon bíðar eftir suðuroyingum.

Helena Dam á Neystabø sigur, at hennara ætlan stendur við. Og tær eru, at skúlaviðurskiftini í Suðuroy skulu umskipast so at eftirskúli kann verða í onkrum skúlabygningi, sum tá verður til avlops.

- Tað er onki meiri nátúrligt enn at ein av hesum skúlum verður nýttur til eftirskúla, og at ein íbúðarbygningur verður bygdur afturat til næmingabústaðir, sigur hon.

Hon staðfestir í hesum sambandi, at fíggjarligu karmarnir eru rættiliga trongir og tað skilst á henni, at hon sær ikki fyri sær, at peningur kann setast av til at byggja ein skúla fyri.

Undir øllum umstøðum skal ein eftirskúli setast í eina íløguætlan fyri at tryggja, at penngur verður til stovningina og til raksturin.

Í 2009 var ætlanin annars at umskipa barnaskúlan í Trongisvági til eftirskúla, men Helena Dam á Neystabø staðfestir, at enn hevur hon onga umsókn um hesa verkætlan.

Hon hevur heldur ikki fingið skjalprógv frá stigtakaranum um teirra part av fíggingini til nakra aðra loysn leggur hon afturat.

Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at á fundi við allar kommunur í Suðuroy á vári í 2009 varð spurningur eisini viðgjørdur.

Tá heitti hon á kommunurnar um at samskipa skúlaverkið í Suðuroy og at boða Mentamálaráðnum frá, hvar eftirskúlin so kundi fingið innivist.

- Men kommunurnar vóru ikki sinnaðar at fara undir eitt tílíkt skúlasamstarv, og mínar royndir at slóða fyri einum skúlasamstarvi í Suðuroya hava higartil verið til fánýtis, sigur Helena Dam á Neystabø.

Og hon leggur afturat, at hon hevur onga vón um broyting fyrr enn kommunurnar í oynni eru lagdar saman.