B&O til Aston Martin

Tað hevur leingi ljóða, at danska B&O hevur gjørt samstarvsavtalu við Mercedes um at framleiða ljóðanlegg til bilar teirra. Nú er tó almannakunngjørt, at talan er um samstarv við ensku Aston Martin. Og hóast talan tá er um ein sannan luksus-klassikara, so eru sølutølini ikki tey somu, sum tey eru hjá týsku stórkonsernini. Tað hevur eisini borið við sær, at partabrævakursurin hjá B&O er fallin í dag.