Bíða við fleiri summarhúsum

Stórur áhugi tykist vera fyri at byggja sær summarhús í lítlu og hugnaligu bygdini Saksun á vestursíðuni á Streymoynni.

Á býráðsfundi í Sunda kommunu í kvøld er eitt mál um smáttir og summarhús uppi á Mýruni í bygdini, har tað í løtuni búgva 21 fólk.

Byggi- og býarskipanarnevndin viðgjørdi hetta málið á fundi næstseinasta týsdag.

Her varð nevndin samd um, at bíða við at taka støðu til hetta. Ein vil fyrst síggja, hvørja árin ætlanin á Kvíggjarhamarsgarði hevur á bygdina.

Sambært fundarskránni ætlar býráðið at fylgja tilmælinum hjá Byggi- og Býarskipanarnevndini.