Seint í summar verður starvið sum prestur í Leirum lýst leyst aftur Tað hevur gingið illa at fáa starvið sum prestur í Hvalba leyst. Seinast varð ein umsókn, og hon varð vrakað.
Ein nýggj lóg um størv í fólkakirkjuni er ávegis í tí politisku skipanini.
- So møguliga velja vit at bíðja, til nýggja lógin er komin í gildi. Spurningurin er, hvussu skjótt lógin verður smíðað, skrivar folkakirkjan.fo
Hugsanin er at sleppa kravinum um, at prestarnir skulu hava danskt embætisprógv og at viðurkenna norðurlond sum ein arbeiðsmarknað.
Biskupur hevur í samráð við kirkjuráðini í Suðuroyar norðara prestagjaldi heitt á prestarnar Niels Paula Danielsen og Henning Bøgesvang um at røkja embætið í tríggjar mánaðir hvør.
Niels Pauli Danielsen er í Leirum frá 1. apríl ? 30. juni 2011.
Henning Bøgesvang loysir av 1. juli og røkir kallið september mánað út.