Bíðaðu í fýra mánaðir

Landskappingardysturin ímóti NSÍ var tann sjeyndi á heimavølli hjá KÍ í ár. Hetta var onnur ferðin, at KÍ fekk fulla úrtøku. Fyrra ferðin var flaggdagin, tá ið B68 í fyrsta umfarinum var í Klaksvík, og KÍ vann 1-0. Tað vil siga, at klaksvíkingar frá fyrsta heimasigrinum bíðaðu í meiri enn fýra mánaðir eftir næsta sigrinum.
KÍ hevur bava eina ferð skoraði meiri enn eitt mál á heimavølli í ár. Úrslitið ímóti EB/Streymi var 2-2. KÍ hevur bara tapt eina ferð á heimavølli. Tað var 0-1 ímóti B36. Fýra ferðir hevur KÍ spælt javnt á heimavølli. Umframt ímóti EB/Streymi var 1-1 á Norðoyastevnu ímóti Skála, 1-1 ímóti GÍ og málleyst ímóti VB.