Bíðaðu fýra dagar eftir hjálp

Í fýra samdøgur sótu níggju fólk í fjøllunum í Kili og bíðaðu eftir hjálp, eftir at flogfar teirra var dottið niður

- Tað var stormur og ræðuliga kalt, og vit royndu at halda hitanum við at sita undir liðini á hvør øðrum. Men eg ivaðist ikki í, at vit fóru at doyggja.

 

Tað sigur Miguel Almonacid, sum var ein av teimum níggju, sum sluppu livandi frá einari flogvanlukku í Kili seinasta leygardag. Eitt fólk doyði, tá flogfarið datt niður í eitt oyðið skógarøki har suðuri í landinum.

 

Vanlukkan minnir um ta kendu vanlukkuna í 1972, tá eitt flogfar datt niður í Andesfjøllunum, og tey, sum sluppu livandi frá sjálvum fallinum, nyddust at eta burtur av hinum ferðafólkunum fyri at halda sær á lívi.

 

Tað lítla Cessna-flogfarið, sum datt niður leygardagin, rendi á nøkur stór trø, har tað varð hangandi. Kortini eydnaðist tað fólkunum at sleppa út, men tað var bítandi kalt, og um náttina frysti fýra stig.

 

- Vit ballaðu okkum við øllum, sum vit høvdu, og vit kyndu bál fyri at fáa hita í okkum, sigur Miguel Almoncaid við útvarpið Radio Coopoerativa.

 

 

Flogskiparin doyði

 

Øll tey 10, sum vóru í flogfarinum, sluppu livandi frá sjálvum fallinum, men tann 65 ára gamli flogskiparin, Nelson Bahamondes, doyði tveir dagar seinni av løstum, sum hann hevði fingið.

 

Tá flogfarið ikki kom vegin fram leygardagin, fóru kilsku myndugleikarnir alt fyri eitt at leita. Miguel Almoncaid sigur, at teyr hoyrdu fleiri ferðir flogfør og tyrlur, men ikki fyrr enn mikudagin var tað so mikið klárt í veðrinum, at tey fingu givið einari tyrlu tekin um, hvar tey vóru stødd.