Bíðaðu eftir flatskattinum

Tað er nógv, sum bendir á, at nógv hava bíðað eftir skipanini við flatskatti.

Hetta merkir, at løn, sum átti at verðið goldin í desember, ikki er goldin fyrrenn nú í januar.

Hetta halda skattakøn, sum hava hugt eftir uppgerðini hjá TAKS yvir skatt í januar í ár aftur ímóti í fjør.

Uppgerðin vísur, at í januar ár vórðu smáar 660,4 milliónir goldnar í A inntøku, men í januar í fjør vóru tað 608,9 milliónir.

Í desember í 2011 vórðu 761 milliónir goldnar í A inntøku í desember í 2010 var útgjaldið 777 milliónir.

- Tí er mangt, sum bendir á, nógv løn sum átti at verðið goldin í desember, ikki er goldin fyrrenn nú í januar.

Hetta eru fólk, sum sjálvi hava ávirkan á, nær lønin verður útgoldin.

Í flestu stórum fyritøkum og almenum stovnum, verður lønin goldin sum eftir einum snóri.

Men í smærri virkjum og hjá fólki, sum hava egið virki og rinda sær sjálvum A inntøku, er mangt, sum bendir á, at tey hava bíðað við lønini til flati skatturin kom í gildi.