Tá ið samgongan verður skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, og tá ið landsstýrið verður mannað, so fara fleiri at fáa kjans í Løgtinginum, sum á sjálvum valdegnum vóru júst ov stutt at vinna sær tingsess. Hetta veldst so alt um, at tað verður henda samgongan. Í skrivandi løtu er tað ikki greitt.
Um Tjóðveldi fær fýra landsstýrissessir, og um Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Tórbjørn Jacobsen og Olga Biskipstø fara í landsstýrið, so fara trý, ið ikki vórðu vald 19. januar, at vera við til at manna tingbólkin hjá Tjóðveldinum.
Felags fyri øll trý er, at tey vóru í tinginum fram til løgtingsvalið, og at tey bjóðaðu seg fram av nýggjum uttan at verða vald.
Talan er um Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Finn Helmsdal.
Um Javnaðarflokkurin fær løgmann og tveir landsstýrismenn, og um Jóannes Eidesgaard, Hans Pauli Strøm og Helena Dam á Neystabø fara at manna landsstýrissessirnar, so verða trý, ið valdagin ikki vórðu vald, í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.
Talan er um Andreas Petersen, Eyðgunn Samuelsen og Mikkjal Sørensen. Andreas var løgtingsmaður inntil á valinum 19. januar, og Mikkjal Sørensen hevur áður fleiri ferðir verið í tinginum sum varamaður. Eyðgunn Samuelsen hevur onkra ferðina verið varamaður fyri Vilhelm Johannesen.
Um Karsten Hansen verður landsstýrismaður fyri Miðflokkin, so verður Tordur Niclasen tingmaður fyri Miðflokkin. Tordur hevur verið tingmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin.