Bíða nú í spenningi eftir avgerðini

Rætturin er liðugur at viðgera seinastu ósemjuna ímillum Pedagogfelagið og fíggjarmálaráðið um hvussu nógvir pedagogar kunnu fáa undantaksloyvi til at arbeiða í verkfallinum. Tað stendur um liv og heilsu, sigur Almannaverkið

 Tað mesta av seinnapartinum í dag hevur Gerarætturin viðgjørt seinastu ósemjuna ímillum Pedgogfelagið øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið og Almannaverkið hinumegin.

 

Og nú verður so bíðað í spenningi eftur avgerðini. Tað er óvist, nær dómararnir í Gerarættinum koma til eina niðurstøðu, men tað verður væntandi eina ferð í kvøld.

 

Tað er Fíggjarmálaráðið, sum aftur í dag hevur drigið Pedagogfelagið í rættin í sambandi við ósemjuna um lønina hjá pedagogunum og sum bæði hevur ført við sær, at pedagogar eru farnir í verkfall, og kommunurnar hava koyrt pedagogar á dagstovnum til hús.

 

 

Og tað er eisini avgerandi fyri partarnar, at ein avgerð fellur í kvøld, tí í morgin ári fer ósemjan annars inn í eitt avgerðandi umfar við tað, at tá fer Pedagogfelagið eisini at koyra pedagogar í starvi á stovnum hjá Almannaverkinum til húsar.

 

Almannaverkið hevur gjørt greitt, at fáa tey ikki undantøk til minsty 135 pedagogar, kunnu tey ikki taka ábyrgdina av lívinum og heilsuni hjá búfólum og viðskiftafólki hjá Almannaverkinum, sum eru so illa fyri, at tey ikki klára seg uttan at fáa hjálp.

 

Men Pedagogfelagið hevur bara viljað givið undantøk til 89 pedagogar, og tí er málið lagt fyri Gerarættin í dag.