Klaksvík: Í samfull 33 ár hevur Húsarhaldsskúli Føroya tikið ímóti næmingum úr øllum landinum. Trupulleikin er bert tann, at pláss er einans fyri 21 næmingum á hvørjum skeiði.
- Hetta er alt ov lítið til at nøkta tørvin hjá teimum mongu, sum hava hug at taka eitt styttri ella longri húsarhaldsskeið her á skúlanum, vísti arbeiðsbólkurin á.
Síðani 1999 hevur skeiðið verið fullteknað, og tað vísir seg bara, at bíðilistin bara vaksin ár undan ári. Tá skeiðið byrjaði í august mánaði í ár vóru ikki færri 40 næmingar á bíðilista!
Skúlin fær haraftrat javnan fyrispurningar um at skipa fyri ymiskum skeiðum, men vegna plásstrot eru ikki møguleikar fyri hesum í løtuni.
Eingin ivi er tó um, at verður ein spildurnýggjur skúli bygdur, til at kunna taka ímóti 40 næmingum á hvørjum skeiði, fer hetta at geva ein heilt annan skúla og munandi betri umstøður til næmingarnar.
Væl umtóktur
Í álitinum verður greitt víst á stóra tørvin á nýggjum skúla. Hann er bæði ov lítil og livir ikki upp til krøvini fyri einum skúlum skúla í dag.
Arbeiðsbólkurin sær tí ikki annan møguleika enn at nýggjur skúli verður bygdur í Klaksvík. Spurningurin er bara hvar.
Steinbjørn O. Jacobsen sigur við Sosialin, at býráðið er fult greitt yvir umstøðurnar á skúlanum.
- At tað standa 40 næmingar á bíðilista – tað er: tveir flokkar – tá skúlin byrjaði í august, man vera besta tekin um, at skúlin hevur sera gott orð á sær, staðfestir borgarstjórin.
Arbeiðsbólkurin ynskir at nýggjur skúli verður bygdur. Og hesi hugsan tekur borgarstjórin undir við.
- Eg skilji væl, at skúlin vil hava sína egnu lon til undirvísingina. Og vit hava í roynd og veru økir, har ein slíkur skúli kundi verðið bygdur, sigur hann.
Ta einu tíðina varð Gerðabøur nevndur. Men á nýggja byggiøkinum Undir Fossum er eisini ein møguleiki, har ein slíkur húsarhaldsskúli kundi ligið, uttan tó at nøkur avgerð er tikin í hesum máli.
- Her eru nógvir møguleikar opnir, staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen.
Nú er í øllum førum sett ferð á eina tilgongd, sum einaferð í framtíðini fer at enda við einum spildurnýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík.









