Koyrilærarar rópa varskó, tí sparingarnar á Akstovuni nú eru farnar ganga út yvir avgreiðsluna av nýggjum koyrikortum.
Bara tann eini próvdómarin er eftir, og av tí at hann skal røkja royndirnar kring alt landið, elvir tað til eina langa bíðirøð, so koyrilærarar ikki fáa endaliga avgreitt sínar næmingar.
Bíðitíðin er fleiri vikur long, og nú í summar stúra koyrilærarar fyri, at næmingar, sum hava staðið teoriina, kunnu koma at bíða í hálvantriðja mánað, áðrenn teir sleppa upp í koyring.
Í ljóðbrotinum niðanfyri greiðir Benny Ejdesgaard, koyrilærarari í Havn, frá støðuni:









