Tað eru tríggjar samanhangandi lógir, sum í Danmark tryggja, at heilsuverk og heilsustarvsfólk hava ábyrgd fyri tí, sum tey gera, og at sjúklingar hava eina veruliga viðgerðartrygd.
Hesar lógir eru sjúklingatrygdarlógin, endugjaldsábyrgdarlógin og vanlukkutryggingarlógin. Í Føroyum var tann fyrsta av hesum sett í gildið í 1999. Men hon munar einki einsamøll, tí hinar báðar tryggja, at sjúklingurin fær endurgjald.
Úrslitið er, sambært Jákup N. Olsen, formanni í sjúklingaráðnum, at sjúklingurin framvegis sjálvur skal prógva, at hann hevur fingið skeiva viðgerð.
- Høvdu allar tríggjar lógirnar verið galdandi, hevði tað verið bæði lætt og skjótt at útgreina, um heilsuverkið hevði ábyrgd fyri feilum, og sjúklingurin hevði fingið endugjald. Men tíverri eru lógirnar enn ikki settar í gildið hjá okkum, staðfestir Jákup N. Olsen.
Hann metir, at allir partar í dag eru greiðir yvir, at vit hava brúk fyri at seta hesar lógir í gildi, og ætlanir hava eisini verið at fáa tær samtyktar í løgtinginum, men samgongan náddi tað so ikki í farandi skeiði.
- Um hesar lógir vórðu samtyktar, høvdu vit sæð fleiri kærur, tí í dag er skipanin so tung, at sjúklingar orka ikki at fara í holt við at kæra, sigur Jákup N. Olsen. Í dag má sjúklingurin sjálvur seta í sivilt rættarmál í gongd fyri at fáa staðfest, at hann skal hava endugjald. Men undir donsku lógunum, er tað bara ein spurningur um, hvussu stór endugjaldsupphæddin skal vera.