Bíðaði 14 ár eftir deyðanum

Í 14 ár var Glen Edward Chapman á deyðagongini í einum amerikonskum fongsli og bíðaði eftir at verða avrættaður. Nú er hann latin leysur

Glen Edward Chapman varð dømdur til deyða í 1994 fyri at hava beint fyri tveimum kvinnum tvey ár frammanundan, hóast hann noktaði seg sekan. Tær báðar kvinnurnar vórðu funnar myrdar í tveimum húsum í statinum North Carolina.

 

Tey næstu 13 árini sat Glen Edward Chapman og bíðaði eftir, at deyðadómurin bleiv fullførdur, meðan verji hansara royndi at fáa hann frídømdan, tí alt ruggaði ikki rætt í málsviðgerðini.

 

Í nevembur í fjør kom vend í málið, tá ein dómari staðfesti, at Chapman hevði ikki fingið ta løgfrøðiligu hjálp, sum lógin tryggjar honum, og harafturat hevði løgreglan dult ymsar upplýsingar.

 

Nú hevur ákæruvaldið tikið avgerðina hjá dómaranum til eftirtektar, og eftir 14 ár á deyðagongini er Glen Edward Chapman frælsur maður, skrivar AP.