Bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum

Enn hevur Jákup Mikkelsen ikki vunnið plássið millum stólparnar aftur, eftir at hann var sjúkur í eina viku

SKOTLAND

Tað gongur illa hjá Partick Thistle. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Hibernian, sum fór avstað við øllum trimum stigunum. Úrslitið var 1?0 útisigur. Einasta málið fingu gestirnir í síðstu løtu, tá ið bæði liðini stríddust fyri at fáa sigursmálið. Grant Brebner stútaði bóltin í kassan, eftir at frísparksinnlegg var komið úr vinstru.
Partick Thistle hevði onkrar møguleikar, og tá ið seinna umfarið var tveir minittir gamalt, vildu teir hava brotsspark, tí teir mettu, at ein av teirra spælarum var hildin í brotsteiginum, men dómarin tagdi.
Jákup Mikkelsen misti plássið millum stólparnar, tá ið hann her fyri var sjúkur í meiri enn eina viku. Enn hevur hann ikki vunnið plássið aftur.
Partick Thistle er aftast við tveimum stigum. Omanfyri teir eru Dundee United við fimm stigum, og Aberdeen hevur sjey stig.