Bíða enn eftir avloysaranum

Í báðum teimum eystastu oyggjum okkara verður framvegis bíðað eftir einum nýggjum skipi, ið skal avloysa tann skjótt 50 ára gamla Másan - Tað nýggja skipið til Fugloy og Svínoy má verða eitt, sum bæði økir um komfortin og um títtleikan, verður sagt úr Útoyggjafelagnum.

Víst verður á, at í Svínoy er frustrasjónin sera stór, tí tey í nógv ár hava fingið í vón, bæði at fáa tunnil og havn. Men enn er einki hent í hvørgum máli.

- Her má ein loysn finnast, ikki á Eiðinum. Loysnin við eini samferðsluhavn yviri í Havn er tann einasta rætta, um altso ikki ein undirsjóvartunnil verður gjørdur, sigur felagið.

Hetta er kortini ikki einasta staðið, sum hevur tørv á einum munagóðum átaki um tað ikki skal avtoftast. Á mongum øðrum útoyggjum er støðan eisini ring.